Pætur Clementsen, landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur sett liðið, sum í kvøld klokkan 19:15 føroyska tíð, fer á Laugardalsvøllin í Reykjavík at dystast við Ísland

– At fáa ein slíkan umgang, sum vit fingu ímóti Kekkia, er ikki sum at siga tað, men eg má alíkavæl siga, at eg havi stórt rós at bera okkara spælarum fyri hugburðin og arbeiðsinnsatsin seinastu dagarnar.

 

– Spælararnir hava arbeitt sera málrættað hesar dagarnar, vit hava verið í Reykjavík, og tað kennist ein hugburður í hópinum um, at tapið fyri Kekkia vilja vit vaska av okkum, sigur Pætur Clementsen, venjari hjá kvinnulandsliðnum, við heimasíðuna hjá FSF.

 

Í kvøld klokkan 19:15 føroyska tíð, skal føroyska A-landsliðið við kvinnum spæla næsta dystin í undankappingini til EM 2019. Mótstøðuliðið hesaferð er Ísland, ið á seinasta FIFA styrkislistanum er nummar 21 í heiminum, og sum í summar var partur av EM-endaspælinum í Hollandi.

 

– Seinasta venjingin var á stadion í gjár, og sjáldan havi eg sæð eina so intensa venjing dagin fyri dyst. Allir spælararnir vóru fult fokuseraðir og koyrdu á. Nú gleða við okkum til í kvøld – vælvitandi um, at móstøðan verður øgilig, sigur Pætur Clementsen, ið hevur sett navn á tær fyrstu ellivu, sum byrja á Laugardalsvøllinum.

 

Annu S. Hansen verður í mál, og í verjuni verða Birna T. Mikkelsen, Lív F. Arge, Birita B. Nielsen og Maria K. Thomsen. Á verjukenda miðvøllinum verður Olga Kristina Hansen, meðan miðvøllurin verður mannaður við Áslu Johannesen, Rannvu B. Andreasen, Ansy Sevdal og Eyðvør Klakstein. Í álopinum verður Heidi Sevdal.

 

Eykaspælarar verða Monika Biskopstø, Súsanna Maria Hansen, Durita Hummeland, Margunn Lindholm, Liljan Jacobsen, Milja R. Simonsen og Elisabet Vang.

 

– Í fyrireikingunum hava vit sjálvandi hugt eitt sindur at íslendska liðnum, men vit hava brúkt mest tíð uppá okkum sjálvi og hvussu okkara avrik kann betrast. Tað er trupult at siga, hvat eitt gott úrslit er, men tað er umráðandi, at vit hava eina góða kenslu um okkara egna avrik aftaná dystin.

 

– Eg hopi at tað sæst aftur á vøllinum, hvussu nógv okkara spælarar vilja hetta – og eg vóni so inniliga, at tær fáa eitt líkinda úrslit afturfyri stríðið, sigur Pætur Clementsen.