Signe Pries Andersen, landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur sett liðið, ið byrjar á vøllinum í EM-undankappingardystinum móti Grikkalandi
——————
Í kvøld klokkan 18:00 spælir føroyska kvinnulandsliðið fyrsta dystin í undankappingina til evropameistaraheitð, sum verður í Sveis í juli í 2025. Føroyar eru í bólki C3, saman við Grikkalandi, Montenegro og Andorra.
Føroyar leggja fyri á útivølli ímóti Grikkalandi, og nú er greitt, hvørjar tær fyrstu ellivu eru, ið Signe Pries Andersen, landsliðsvenjari, sendir á vøllin frá byrjan.
Valborg Østerø verður í mál, og verjuna manna Sara Samson Lamhauge, Birita Ryan og Tórunn Højgaard Joensen. Á føroyska miðvøllinum vera Jensa Tórolvsdóttir, Sunniva Willemoes, Rúna Jacobsen og Ásla Johannesen, og framrættaðu spælararnir eru Heidi Sevdal, Rebekka Benbakoura og Eyðvør Klakstein.
Á bonkinum sita Eyðgerð Mikkelsen, Fridrikka Clementsen, Malena Olsen, Durita Hummeland, Tóra Mohr, Sanna Svarvadal, Lea Lisberg og Mona Rasmusdóttir.
Føroyski hópurin hevur verið saman síðani mánadagin, og tíðliga týsmorgunin var kósin sett ímóti Grikkalandi, har dysturin verður spældur á Theodoros Vardinogiannis Stadion á Kreta. Ein venjing var á skránni fyri fráferð, og síðani hava tvær venjingar verið á Kreta, har umstøðurnar hava verið góðar.
Á seinast dagførda styrkislistanum hjá FIFA er Grikkaland nummar 60, Montenegro er á 89. pláss, Føroyar eru nummar 110, meðan kvinnulandsliðið hjá Andorra er nummar 183 av teimum 193 londunum, ið eru á listanum.
Dysturin í kvøld kann stroymast beinleiðis á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya, www.kvf.fo.