Um eina løtu hittast Føroyar og Estland á Tamme leikvøllinum í Tartu


Estlendsku vertirnir fyri Baltic Cup hesaferð vunnu sín fyrra dyst 4-1 móti Litava, og tær taka sostatt móti Føroyum í finaluni í kvøld.

Føroyar vunnu fyrra dystin 3-2 móti Lettlandi, og landsliðsvenjarin hevur valt at gera nakrar broytingar í byrjunaruppstillingini til finaluna.

Óluva Allansdóttir Joensen byrjar aftur í føroyska málinum, og í miðverjuni byrja Birita Ryan og Sarita Maria Mittfoss. Ásla Johannesen verður á vinstra bakki, meðan Mona Rasmusdóttir hesaferð byrjar á høgra bakki.

Á sentrala miðvøllinum byrja Sanna Svarvadal og Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, meðan Heidi Sevdal og Rúna Jacobsen byrja í ávíkavist vinstru og høgru síðu. Í álopinum er Tóra Mohr afturvald frá byrjan, meðan Hervør Hansdóttir Olsen eisini fær møguleikan frá byrjan í dag.

Á føroyska bonkinum eru Valborg Østerø, Maria á Lakjuni, Lea Lisberg, Kára Djurhuus, Ása Stórá Carlsen, Olga Kristina Hansen og Rebekka Fjallsá Benbakoura.

Dysturin millum Estland og Føroyar byrjar kl. 17.00 føroyska tíð, og hann sæst beinleiðis á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.