Pætur Clementsen hevur sett navn á tær fyrstu ellivu, sum byrja á vøllinum móti Slovenia á Tórsvølli klokkan 17:00

Klokkan fimm seinnapartin fer føroyska kvinnulandsliðið á vøllin til sætta undankappingardystin til HM 2019. Hópurin hevur fyrireikað seg væl, og nú re greitt, hvørjar tær fyrstu ellivu verða, ið venjarin, Pætur Clementsen sendir á vøllin frá byrjan.

 

Jóna Nicolajsen verður í mál, og í verjuni verða Birna T. Mikkelsen, Lív F. Arge, Katrin Akursmørk og Rannvá B. Andreasen. Á føroyska miðvøllinum verða Ansy Sevdal, Olga Kristina Hansen, Eyðvør Klakstein, Ásla Johannesen og Arnborg Lervig. Í álopinum verður Heidi Sevdal.

 

Á bonkinum verða Monika Biskopstø, Birita Bergsdóttir Nielsen, Milja Reinert Simonsen, Evy á Lakjuni, Margunn Lindholm, Sara Samson Lamhauge, Jacoba Langgaard og Nadja Dam Johannesen.

 

Atgongumerki til dystin kunnu keypast í Nethandilinum á fsf.fo, og við dyrnar. Kostnaðurin er 100 krónur fyri vaksin, meðan ókeypis atgongd er fyri børn og ung, 16 ár og yngri.

 

Uttanlands kann dysturin síggjast á www.fsf-livestream.com (pay-per-view DKK 39,00)