René Shaki Joensen hevur givið avboð til landsdystirnar ímóti Malta og Andorra. Í staðin hevur Håkan Ericson sent boð eftir einum øðrum HB’ara, nevniliga Hera Hjalt Mohr

——————

– Um eg eri glaður? Ja, for sørin. Glaður er ikki orðið. Tað følist eitt sindur óveruligt beint nú. Hetta er heilt fantastiskt.

Soleiðis sigur Heri Hjalt Mohr, tá hann skal seta orð á kenslurnar, eftir at landsliðsvenjarin Håkan Ericson hevði ringt og boðað honum frá, at hann var úttikin til UEFA Nations League-dystirnar ímóti Malta og Andorra, sum verða 3. og 6. september.

Heri Hjalt Mohr avloysir René Shaki Joensen, ið hevur ein lítlan skaða at dragast við, og mett verður ikki, at René verður klárur til landsdyst um eina viku.

– Eftir eitt mennandi ár í AB, fyri síðan at koma heim aftur til bardómsfelagið, ið hevur sett eitt venjaratoymi á sera høgum støði, má sigast, at tað hevur gingið skjótt, og eg eri sera eyðmjúkur og errin av at fáa møguleikan at umboða Føroyar, sigur Heri Hjalt Mohr við heimasíðuna hjá FSF.

Hósdagin 3. september klokkan 19:45 spæla Føroyar og Malta á Tórsvølli, og sunnudagin 6. september klokkan 14:00 hittast Andorra og Føroyar á Estadi Nacional í Andorra. Fjórða landið í bólkinum er Lettland.

Heri Hjalt Mohr í dysti fyri HB – Mynd: Sverri Egholm