Á tíðindafundi í FSF-húsinum fyrrapartin hósdagin varð kunngjørt, hvørjir eru settir í starv sum Fótbóltsmennarar hjá FSF
Jógvan Martin Olsen, Eli Hentze, Øssur Hansen og Thomas Thinggaard, ið er dani, eru settir í starv sum Fótbóltsmennarar hjá FSF.
30 umsóknir komu inn, og á tíðindafundi í FSF-húsinum fyrrapartin hósdagin kundi tekniski stjórin í Fótbóltssambandi Føroya, Pætur Clementsen umsíðir boða frá, hvørjir høvdu fingið størvini.
Jógvan Martin, Eli og Øssur eru væl kendir í føroyska fótbóltsheiminum, meðan vit enn ikki kenna so nógv til Thomas Thinggaard. Men á tíðindafundinum var hann presenteraður sum nýggja íkastið til føroyska fótbóltsumhvørvið, og sum ein maður, ið hevur arbeitt við bæði breiddar- og elitufótbólti.
Fótbóltsmennararnir byrja í størvunum 1. januar 2017.
Myndir: Hans Erik Danielsen