Talan verður um eina drúgva kapping í Betrideildini hjá monnum 2018. Fyrsta umfar verður spælt sunnudagin 11. mars. og ikki fyrr enn 27. oktober verður FM-steypið handað

Um góðan hálvan annan mánað fer bólturin á rull í Betrideildini hjá monnum. Fyrsta umfar verður sunnudagin 11. mars, og síðani verða fimmtan umfør á skránni, áðrenn kapppingin fer í summarsteðg fríggjadagin 22. juni.

 

Dagin fyri ólavsøkuaftan verður lagt til brots aftur, tá 16. umfar verður spælt. Ólavsøkudystirnir í ár verða AB – TB/FCS/Royn, HB – NSÍ og B36 – 07 Vestur. Hinir báðir dystirnir í 16. umfari vera KÍ – Skála og Víkingur – EB/Streymur.

 

Tó skal leggjast til merkis, at dysturin millum Víking og sundalagsmenn verður spældur 27. juni, orsaka av Champions League luttøkuni hjá føroyameistarunum. Í ár er tann broytingin, at um Víkingur ikki spælir seg víðari úr fyrsta umfari í Champions League, halda teir fram í Europa League.

 

Landskappingin í Betrideildini hjá monnum endar leygardagin 27. oktober, og tá hittast liðini soleiðis: TB/FCS/Royn – 07 Vestur, Skála – B36, EB/Streymur – AB, NSÍ – KÍ og HB – Víkingur.

 

Øll skráin fyri Betrideildina 2018 hjá monnum sæst her: Betrideildin 2018 (menn)