Lars Olsen hevur sett navn á tíggju av leikarunum, sum í fyrsta umfari eru úttiknir til landsdystin móti Liktinstein, sum verður 28. mars
Mánadagin 28. mars, sum er 2. páskadagur, skal føroyska A-landsliðið við monnum í eldin aftur, tá Liktinstein tekur ímóti í venjingardysti á Marbella Football Stadion í Spania.
Lars Olsen, landsliðsvenjari fer at úttaka 20 spælarar til dystin, og í dag hevur venjarin sett navn á teir fyrstu tíggju. Í hesum føri er talan um leikarar, ið spæla uttan fyri landoddarnar.
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (Ísland)
Sonni Ragnar Nattestad, FH Hafnarfjørður (Ísland)
Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)
Gilli Rólantsson, AaB Ålborg (Danmark)
Rene Shaki Joensen, Vendsyssel FF (Danmark)
Kaj Leo í Bartalsstovu, Dinamo Bukarest (Rumenia)
Hallur Hansson, Vendsyssel FF (Danmark)
Brandur H. Olsen, Vendsyssel FF (Danmark)
Heini Vatnsdal, Fremad Amager (Danmark)
Jóan Símun Edmundsson, OB Odense (Danmark)
10 spælarar skulu úttakast afturat, og teir verða kunngjørdir eftir næsta umfar í EFFO-deildini, sum verður spælt komandi vikuskifti.
Hópurin hjá Liktinstein er klárur, og kann síggjast her: Liktinstein-Føroyar/Liktinstein hópur