Stóri áhugin fyri Heilsufótbóltinum, sum FSF saman við Setrinum og feløgunum eru farin undir at skipa fyri, vekir nú eisini ans uttanlands
”Færøerne er ramt af motionsfodbold-feber” er stóra yvirskriftin á heimasíðuni hjá Danmarks Radio, dr.dk. Og tað verður í hesum føri sjálvandi sipað til átakið ”Heilsufótbóltur”, sum Fótbóltssamband Føroya, í samstarvi við feløgini og Setrið, eru farin undir at skipa fyri.

Átakið hevur fingið góða undirtøku, síðani tað byrjaði fyri trimum vikum síðani, og higartil hava umleið 500 kvinnur og menn melda seg til átakið, Heilsufótbóltur.

Áhugaverda greinin á dr.dk kann lesast HER