Higartil eru umleið 680 fólk úr øllum landinum tilmeldaði Heilsufótbóltinum, og áhugin sær bara út til at vaksa
– Undirtøkan fyri Heilsufótbóltinum hevur verið nógv størri enn væntað. Higartil eru eini 680 fólk tilmeldaði, og áhugin fyri átakinum sær bara út til at vaksa, og tað kunnu vit bara fegnast um, sigur Liljan av Fløtum Petersen, ið saman við Halltóru Joensen samskipar átakið ”Heilsufótbóltur”.
Fyrr skjótt tveimum mánaðum síðani fór Fótbóltssamband Føroya, í samstarvi við Fróðskaparsetrið og feløgini undir átakið ”Heilsufótbóltur”. Endamálið við átakinum er at fáa fleiri vaksin og tilkomin at spæla fótbólt og harvið fáa bøtt um fólkaheilsuna.
Átakið er eisini partur av eini granskingarverkætlan, og higartil hava umleið 400 luttakarar verið við í kanningunum, ið Liljan av Fløtum Petersen og Halltóra Joensen, saman við Magna Mohr, hava staðið fyri.
Gransking vísur, at fótbóltsspæl hevur eitt gagnligt árin á fólkaheilsuna. Blóðtrýst og pulsurin lækka, vektin minkar, og fótbóltsspæl kann eisini vera við til at bøta um javnvágina (balansuna).
– Tær fyrstu kanningarnar eru júst gjørdar, og tí ber ikki til at gera nakrar endaligar niðurstøður longu nú. Men um 16-20 vikur gera vit nýggjar kanningar, og tá fara vit væntandi at síggja eina framgongd hjá luttakarunum.
– Vit hava tó funnið nøkur, har blóðtrýstið hevur verið ov høgt, og tey eru send til lækna. Onkur av teimum eru síðani farin í viðgerð, so vit kunnu viga, at longu við byrjan hava vit bøtt um heilsuna hjá onkrum. Vónandi kann Heilsufótbólturin bøta um heilsuna hjá fleiri í longdini, sigur Liljan av Fløtum Petersen.
Heilsufótbóltsvenjing inniber at spæla dyst uppá tvey mál. Tað optimala er, at umleið 6-7 leikarar eru á hvørjum liði, og síðani hava tað stuttligt. Eingin kapping er tengd at Heilsufótbóltinum, og fyri tey flestu er tað tiltalandi. Luttakararnir møta bara upp og spæla fótbólt.
Seinasta leygardag gjørdu Liljan og Halltóra kanningar við luttakarunum, ið eru tilmedaði Heilsufótbóltinum hjá EB/Streymi. Fleiri myndir kunnu síggjast HER.