Heidi Sevdal og Fróði Benjaminsen, bæði úr HB, eru ársins leikarar 2013 hjá kvinnum og monnum
Í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya og Hvonn, skipaði Rás 2 leygarkvøldið fyri tiltaki, har ársins leikarar 2013 vórðu valdir.

Tað eru liðskiparar, venjarar og fjølmiðlar, ið hava atkvøtt, og tá talt varð saman, høvdu Heidi Sevdal og Fróði Benjaminsen, bæði úr HB, fingið flest stig.

Meðan hetta er triðju ferð, at Heidi Sevdal verður kosin ársins leikari hjá kvinnum, er hetta fjórðu ferðina síðani 2001, at Fróði Benjaminsen verður valdur til ársins leikara hja monnum. Umframt 2001 og 2013, vann Fróði eisini heiðurin í 2009 og 2010, meðan Heidi vann heiðurin í 2008 og 2009.

Umframt ársins leikara, varð eisini valt ársins ungi leikari, ársins málverji, ársins verjuleikari, ársins miðvallari, ársins framherji, ársins venjari og ársins dómari. Har afturat vórðu Klæmint A. Olsen og Heidi Sevdal heiðraði sum toppskjúttar í ávikavist Effodeildini og í 1. deild hjá kvinnum.

Endaliga úrslitið gjørdist:

Ársins leikarar:
Fróði Benjaminsen, HB
Heidi Sevdal, HB

Ársins ungi leikari (U21):
Hørður Askham, B36
Kára Djurhuus, EB/Streymur / Skála

Ársins málverji:
Teitur M. Gestsson, HB
Bjarta O. Johansen, B36

Ársins verjuleikari:
Jóhan Troest Davidsen, HB
Malena Josephsen, KÍ

Ársins miðvallari:
Fróði Benjaminsen, HB
Fríðrún Danielsen, EB/Streymur / Skála

Ársins framherji:
Páll Klettskarð, KÍ
Heidi Sevdal, HB

Ársins venjari:
Albert Ellefsen, ÍF
Poul G. Olsen, EB/Streymur / Skála

Ársins dómari:
Lars Muller
Elsa Andreasen

Fair Play:
07 Vestur

Ársins lið, menn:
Teitur M. Gestsson, HB
Bárður Hansen, Víkingur
Jóhan Troest Davidsen, HB
Høgni Zachariasen, ÍF
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ
Christian R. Mouritsen, HB
Fróði Benjaminsen, HB
Símun Samuelsen, HB
Páll Klettskarð, KÍ
Klæmint A. Olsen, NSÍ
Finnur Justinussen, Víkingur

Ársins lið, kvinnur:
Bjarta O. Johansen, B36
Bára S. Klakstein, KÍ
Malena Josephsen, KÍ
Liljan av Fløtum Petersen, HB
Rakul M. Johansen, B36
Lív F. Arge, HB
Fríðrún Danielsen, EBS/Skála
Ansy Sevdal, EBS/Skála
Maria K. Thomsen, KÍ
Heidi Sevdal, HB
Rannvá B. Andreasen, KÍ