Við sigursmálinum ímóti Litava sunnudagin gjørdist Heidi Sevdal samstundis mest skorandi A-landsliðsspælari hjá Føroyum


Ein sigur og eitt tap gjørdist úrtøkan hjá føroyska A-landsliðnum við kvinnum, sum farnu dagarnar hevur tikið lut í Baltic Cup 2024, sum hevur verið í Riga í Lettlandi.

Í fyrra dystinum í kappingini taptu Føroyar 2-1 fyri vertstjóðini, meðan seinni dysturin, sum var ímóti Litava, og har bronsan í Baltic Cup stóð upp á spæl, endaði við 2-1 sigri til Føroyar.

Ásla Johannesen skoraði til 1-0 tá eitt stórt korter var spælt, og beint fyri steðgin legði Heidi Sevdal Føroyar á odda 2-1.

Og samstundis sum málið hjá Heidi skuldi vísa seg at gerast sigursmálið ímóti litavum, var hetta hennara mál nummar 28 á A-landsliðnum, og tað ger hana til mest skorandi A-landsliðsspælari hjá Føroyum. Nummar tvey á listanum er Rannvá Biskopstø Andreasen, ið skoraði 27 mál í 55 A-landsdystum.

Heidi Sevdal fekk sínar fyrstu minuttir á A-landsliðnum tann 18. november í 2006, tá Føroyar møttu Wales í EM-undankappingardysti á Mladest Stadion í Makedónia. Tvey ár seinni, í oktober í 2008 fekk framherjin úr NSÍ sítt fyrsta landsliðsmál, og síðani tá hevur hon skorað tilsamans 28 mál í 90 A-landsdystum fyri Føroyar.