Mánakvøldið var lutakast um, hvussu spælast skal í undanumfarinum og í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið
– Eg ivist onga løtu í, at hetta verður ein torfør uppgáva. EB/Streymur vil gera alt fyri at reisa seg aftur skjótast tilber, eftir eitt heldur keðiligt kappingarár í fjør. Og tá teirra fyrsti dystur í ár er ímóti okkum, so skulu vit av álvara vera klárir, sigur Hegga Samuelsen, venjari hjá 07 Vestur.
Mánakvøldið var lutakast um, hvussu spælast skal í undanumfarinum og í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið. Fróði Danielsen, starvsnevndarlimur í FSF, stóð fyri lutakastinum, sum varð avgreitt í 3-2 í sjónvarpinum.
Undanumfarið, 26. mars:
FC Suðuroy – Royn
MB – Undrið FF
1. umfar, 24. apríl:
MB/Undrið FF – Skála
HB – B71
ÍF – KÍ
FC Suðuroy/Royn – Víkingur
EB/Streymur – 07 Vestur
TB – NSÍ
Giza/Hoyvík – B68
AB – B36
Fjórðingsfinalurnar í steypakappingini verða spældar 8. mai. Fyrru hálvfinalurnar er á skránni 25. og 26. mai, meðan seinnu hálvfinalurnar verða spældar 16. juni. Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 27. august.