Gestur í FSF Varpinum hesaferð er Heðin Askham, og hann heldur, at fjepparafelagið hjá KÍ, Bláa Bylgjan kann koma at hava ein avgerandi leiklut í Gundadali sunnudagin
Um vikuskifti er 15. umfar í EFFO-deildini á skránni, og helst størsti dystur á árinum, sambært Heðini Askham, verður sunnudagin, tá tvífaldu føroyameistararnir úr B36 á heimavølli taka ímóti oddaliðnum, KÍ.

Heðin væntar eisini, at tað verður ikki bara á vøllinum, at feløgini fara at stríðast, men eisini uttanfyri vøllin. Spurnigurin er, um tað verður Bláa Bylgjan ella White Tigers, ið kann fáa avgerandi leiklutin sunnnudagin.


 

Dystirnir í 15. umfari
NSÍ – Víkingur (leygardagin kl. 18:30)
B68 – Skála (sunnudagin kl. 15:00)
ÍF – TB (sunnudagin kl. 15:00)
AB – HB (sunnudagin kl. 15:00)
B36 – KÍ (sunnudagin kl. 17:15)