VIDEO: Nú er geitt, at tað verða HB og KÍ, ið skulu spæla ársins steypafinalu hjá kvinnum, sum verður á Tórsvølli fríggjadagin 3. september
Tað var spenningur heilt til tað síðsta, tá EB/Streymur/Skála og KÍ møttust í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini hjá kvinnum.

Felagsliðið úr Sundalagnum vann fyrru hálvfinaluna 1-0, men í seinna dystinum megnaða KÍ at svara aftur, og vann tá avtornaði 2-1.

Úrslitið samanlagt gjørdist sostatt javnleikur 2-2, og tí verða tað kvinnurnar úr Klaksvík, sum aftur í ár skulu spæla ársins steypafinalu, tí tær hava skotið fleiri mál á útivølli.

Í hinari hálvfinaluni vann HB greitt á felagsliðnum hjá ÍF/Víkingi. Í fyrra dystinum vann HB 2-0, og sama úrslitið varð, tá liðini hittust aftur í Fuglafirði. Sostatt vunnu havnakvinnur 4-0 samanlagt.

Steypafinalan hjá kvinnum verður spæld á Tórsvølli fríggjadagin 3. september. Orsøkin til, at finalan ikki verður spæld 27. august, tá finalan um Løgmanssteypið er á skránni, kemst av, at tá eru kvinnurnar úr Klaksvík við í undankappingini til Champions League.

Málini í seinnu hálvfinaluni millum EBS/Skála og KÍ kunnu síggjast í FSF Varpinum niðanfyri.