Klokkan 18:00 í kvøld bresta HB og KÍ saman í finaluni í steypakappingini hjá kvinnum. Higartil í ár hava liðni møtt hvør øðrum tríggjar ferðir, og hvørjafer hava klaksvíkskvinnurnar vunnið við einum máli

Lagt er upp til ein spennandi dyst, tá kvinnuliðini hjá HB og KÍ í kvøld klokkan 18:00 fara á Tórsvøll at dystast í finaluni í steypakappingini hjá kvinnum. Higartil í ár hava hesi bæði liðini møtt hvør øðrum tríggjar ferðir í landskappingini, og hvørja ferð hevur KÍ vunnið, men kortini bara við einum máli.

– Vit eru favorittar, um tú hyggur eftir stigatalvuni, men um tú hyggur eftir dystunum, vit hava spælt í ár, so hava teir verið ógvuliga javnir, sigur Eyðvør og vísir á teir tríggjar eittmálssigrarnar ímóti HB higartil í ár. Hon heldur, at royndirnar hjá KÍ kunnu hava avgerandi týdning móti unga havnaliðnum.

– Serliga um tað framvegis er javnleikur móti endanum av dystinum. Vit eru hepnar at hava fleiri eldri spælarar, sum duga at halda høvdið kalt. Tí vit koma ikki sovandi til nakað, slær Eyðvør fast.

Í HB eru tær greiðar yvir, at finalan verður ein stór avbjóðing. Men kortini ætla tær reyð-svørtu úr høvuðsstaðnum at geva klaksvíkskvinnunum ein skarpan gang, og tað verður ikki uttan svørðsslag, at KÍ aftur í ár fær steypið.

– Tær eru sjálvandi favorittar, men sjálvt um vit liggja longur niðri á stigatalvuni, er tað ímóti KÍ, vit hava spælt okkara bestu dystir í ár. Vit eru avgjørt ikki bangnar fyri teimum, sigur Liljan av Fløtum Petersen, og leggur hon afturat, at klaksvíkskvinnurnar hava avgjørt teir tríggjar innanhýsis dystirnar rættuliga seint – í 77., 79. og 85. minutti.

Fyri tveimum árum síðani vóru tað eisini HB og KÍ, ið spældu steypafinaluna hjá kvinnum. Ta ferðina vann KÍ 1-0, við máli, sum varð skorað í allar seinastu løtu.

Finalan í steypakappingini hjá kvinnum verður bríkslað í gongd klokkan 18:00. Dómari verður Bjarki Danielsen, og hjálpardómarar vera Jørleif Djurhuus og Sámal Weihe.