Við samanløgdum 6-5 sigri á B36, vann HB leygarkvøldið sín 30. steypasigur síðani 1955


Sjálvt um veðrið ikki var nakað at reypa av, so fingu teir gott og væl 3.500 áskoðararnir á Tórsvølli leygarkvøldið eina góða og væl spælda steypafinalu millum B36 og HB.

Tá liðini fóru til hálvleik stóð á jøvnum 1-1, og aftaná 90 minuttir pluss yvirtíð var framvegis javnt, tá var støðan 2-2.

Sammy Skytte legði HB á odda longu eftir tveir minuttir, men tá eitt lítið korter var spælt, javnaði Jann Benjaminsen til 1-1.

Í seinna hálvleiki vóru tað teir hvítu, ið komu betri frá byrjan, og tá góðir tíggju minuttir vóru spældir legði Hannes Agnarsson B36 á framum. Men sjey minuttir fyri leiklok eydnaðist Ára Mohr Jónsson at javna til 2-2.

Tískil bleiv neyðugt við umdysti, og tá einki mál kom aftaná tvær ferðir 15 minuttir, mátti finalan um Løgmanssteypið 2024 avgerast við brotssparkskapping, sum HB vann 4-3.

Hetta var samstundis steypasigur nummar 30 hjá HB síðani 1955, tá fari var undir at spæla steypakapping hjá monnum.

Aftaná dystin varð liðskiparin hjá B36, Jann Benjaminsen valdur til dagsins spælara.

Samandráttur frá finaluni sæst her: Televarpið

Myndir: Bjarni Enghamar