Við 2-0 sigri á Víkingi vann HB eisini steypakappingina hjá monnum. Málini gjørdu Mikkel Dahl og Mads Bo Mikkelsen

——————

Havnar Bóltfelag, HB, er greipuvinnari 2020. Í finaluni um Løgmanssteypið vunnu teir reyð-svørtu 2-0 á Víkingi, eftir 1-0 leiðslu í steðginum.

Tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin setti Mikkel Dahl – víð góðari hjálp frá Gunnari Vatnhamar úr Víkingi – bóltin í málið, og í 56. minutti skoraði innskifti Mads Bo Mikkelsen til 2-0.

Víkingur trýsti seinastu løtuna, men neyðuga hepni var ikki við teimum ljósabláu, og veruligur spenningur kom ongantíð í dystin. Tískil endaði greipan hjá Jens Berthel Askou og hansara monnum.