Við fýra steypasigrum tilsamans, gjørdist HB stóri steypavinnarin 2019. HB vann Løgmanssteypið, Intersport steypið, finaluna hjá kvinnum og finaluna fyri Gentur U13
Nærum 3.000 áskoðarar á Tórsvølli sóu HB vinna Løgmanssteypið 2019, og harvið vann HB fýra steypasigrar í ár. Umframt Løgmanssteypið, vunnu teir reyð-svørtu eisini steypakappingini fyri Gentur U13, Intersport steypið (Dreingir U21) og steypakappingina hjá kvinnum.
B36 og KÍ vunnu tvey steyp í part, meðan Víkingur fór avstað við einum. B36 vann Mótasteypið (Gentur U18) og Solarsteypið (Dreingir U13), meðan klaksvíkingar vunnu Cadbury steypið (Dreingir U15) og Eilif Arge steypið (Gentur U15). Liðið úr Gøtu og Leirvík, Víkingur vann Blaðberasteypið, ið er steypakappingin fyri Dreingir U17.
– Níggju finalur upp á nakrar fáar dagar setur stór krøv til FSF. Men við góðari hjálp frá feløgunum, so hepnaðist hetta aftur í ár sera væl. Nógvir áskoðarar vóru til allar dystirnar, so tað er ikki frítt, at vit longu nú gleða okkum til steypafinaluvikuskiftið næsta ár, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Fyrsta finalan í ár varð spæld við Løkin í Runavík mikukvøldið 11. september, tá KÍ vann Cadburysteypið, við at vinna 4-2 á Víkingi – Mynd: Andri Gerðisá
Vinnarar av fyrstu steypakappingini fyri Gentur U13 gjørdist HB – Mynd: Bjarni Enghamar
B36 vann Mótasteypið 2019 – Mynd: Bjarni Enghamar
HB vann Intersportsteypið 2019 – Mynd: Bjarni Enghamar
Fyrstu vinnararnir av Solarsteypinum gjørdist B36 – Mynd: Bjarni Enghamar
U15-genturnar hjá KÍ vunnu Eilif Arge steypið – Mynd: Bjarni Enghamar
Víkingur, vinnarar av Blaðberasteypinum 2019 – Mynd: Bjarni Enghamar
HB vann steypakappingina hjá kvinnum – Mynd: Bjarni Enghamar
HB vann eisini Løgmanssteypið 2019 – Mynd: Bjarni Enghamar