Nú er greitt, at brakið um Havnina í fyrsta umfari í Effodeildini, verður spælt sunnudagin 10. mars
Um eina góða viku verður Effodeildin 2013 skotin í gongd. Tríggir dystir verða spældir leygardagin 9. mars, og sunnudagin 10. mars eru tveir dystir á skránni.

Upprunaliga skuldi dysturin millum HB og B36 eisini spælast leygardagin, men eftir umbøn frá havnarfeløgunum, er brakið um høvuðsstaðin flutt til sunnudagin 10. mars.

Effodeildin, 1. umfar, 9. og 10. mars:
KÍ – TB (leygardagin)
EB/Streymur – 07 Vestur (leygardagin)
ÍF – AB (leygardagin)
Víkingur – NSÍ (sunnudagin)
HB – B36 (sunnudagin)