Umboð fyri HatTricknevndina hjá FSF hava í vikuni verið í Noregi, har hugt hevur verið nærri at fótbóltshallum
Seinastu tíðina hevur bygging av fótbóltshallum verið eitt sindur uppi og vent, og í vikuni hevur HatTricknevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya verið á námsferð í Noregi. Endamálið við túrinum var at hyggja nærri at fýra nýggjum fótbóltshallum, sum eru bygdar í Bergen, Tróndheimi og í Frøya.
Umframt innlit í kostnað og annað viðvíkjandi hallunum, bleiv HatTricknevndin eisini kunnað um, hvørja strategi norðmenn hava við fótbóltshallum.
HatTricknevndin, ið er mannað av Kristmund Johannessen, Rúna Abrahamsen og Rúna Heinesen, fer nú at gera eina frá greiðing frá túrinum, ið skal latast starvsnevndini í FSF. Síðani skal starvsnevndin gera ein stuðulsleist, hvussu fótbóltshallir møguliga kunnu stuðlast í framtíðini.
– Vit gera í løtuni Tórsvøll lidnan, umframt at stuðul verður latin til ljós, nýtt graslíki, felagshús og annað. So peningurin til hallir verður neyvan tøkur fyrr enn um nøkur ár, møguliga í 2022, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya, við heimasíðuna hjá FSF.