KÍ, HB, B36 og NSÍ hava spælt seg í hálvfinalurnar í steypkappingini hjá kvinnum. Her eru málini úr fjórðingsfinalunum


Fjórðingsfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum vórðu avgreiddar 2. hvítusunnudag. KÍ vann sær pláss í hálvfinaluni við stórsigri á heimavølli móti TB/FCS/Royn og NSÍ vann á útivølli móti Víkingi.

Í Havn helt spenningurin sær leingi í dystinum millum B36 og EBS/Skála, áðrenn felagsliðið vann við tveimum málum móti ongum, og at enda vann HB greiðan 4-1 sigur móti 07 Vestur.

Niðanfyri kanst tú síggja øll málini í fjórðingsfinalunum. Hálvfinalurnar í steypakappingini verða spældar 10. august og 15. september, og finalan verður spæld á Tórsvølli leygardagin 1. oktober.