Liðskiparin á U21-landsliðnum, Hákun Edmundsson heldur, at dysturin móti Danmark skal gloymast, og nú skal hyggjast fram ímóti dystinum í Finnlandi, sum verður týsdagin

– Vit mugu bara staðfesta, at vit taptu fyri einum betri liði. Hasin dysturin skal í gloymibókina, og so skulu vit hyggja frameftir til dystin týsdagin ímóti Finnlandi, sigur Hákun Edmundsson, liðskipari hjá U21-landsliðnum.

 

Føroyska U21-landsliðið tapti eisini næsta dystin í undankappingini til EM 2019. Mótstøðuliðið var Danmark, og úrslitið gjørdist 3-0 til danir, sum vóru á odda við einum í steðginum.

 

Næsta avbjóðing hjá U21-landsliðnum verður týsdagin 5. september, tá føroyska liðið skal spæla á útivølli ímóti Finnlandi.

 

– Nú skulu vit fáa rættað nøkur viðurskifti, í mun til dystin móti Danmark, og so reisa vit okkum til dystin móti finnum, sigur Hákun Edmundsson við heimasíðuna hjá FSF.