Nú er greitt, hvussu føroyski hópurin sær út til HM-undankappingardystirnar móti Ísrael, Danmark og Moldova. Håkan Ericson hevur úttikið 25 spælarar til næstu uppgávurnar

——————

Fyrrapartin mánadagin varð skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum við Tórsvøll. Á skránni var A-landsliðsúttøka hjá monnum, í samband við teir tríggjar HM-undankappingardystirnar á heimavølli, sum verða fyrstu vikuna í september.

Av teimum 25, ið landsliðsvenjari, Håkan Ericson hevur úttikið til komandi dystir, er ein, ið ikki hevur verið partur av A-landsliðnum áður. Talan er um John Frederiksen úr SKU Amstetten, ið spælir í næstbestu deildini í Eysturríki.

Hópurin
Gunnar Nielsen, FH (Ísland)
Teitur Matras Gestsson, HB
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36
Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)
Ári Mohr Jónsson, Sandnes ULF (Noreg)
Sonni Ragnar Nattestad, Dundalk FC (Írland)
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Noreg)
Odmar Færø, KÍ
Heini Vatnsdal, KÍ
Gilli Rólantsson Sørensen, Odd Grenland (Noreg)
Heri Hjalt Mohr, HB
Kaj Leo í Bartalsstovu, FH (Ísland)
Meinhard Egilsson Olsen, Bryne BK (Noreg)
Petur Knudsen, Lyngby BK (Danmark)
Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg IF (Svøríki)
Tróndur Jensen, NSÍ
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Hallur Hansson
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Rene Shaki Joensen, HB
Jóan Símun Edmundsson, Waasland-Beveren (Belgia)
Andreas Lava Olsen, Víkingur
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
John Frederiksen, SKU Amstetten (Eysturríki)

Mikudagin 1. september er mótstøðulandið Ísrael, leygardagin 4. september spæla Føroyar og Danmark, og týsdagin 7. september er heimadysturin móti Moldova á skránni. Allar dagarnar er avspark klokkan 19:45.

Atgongumerkjasølan hevur gingið væl seinastu dagarnar, men nú ræður um at gera skjótt av, um ein skal tryggja sær pláss. Til dystin móti dønum eru umleið 4.800 atgongumerki seld, meðan eini 3.800 eru seld til dystirnar móti Ísrael og Moldova.

Pláss er fyri beint omanfyri 5.000 áskoðarum á Tórsvølli. Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Kostnaður (Føroyar – Danmark)
Bólkur 103-106: 300 kr.
Bólkur 101,102, 107 og 108: 225 kr.
Bólkur 109, 112 og 113: 150 kr.

Kostnaður (Føroyar – Ísrael og Føroyar – Moldova)
Bólkur 103-106: 200 kr.
Bólkur 101,102, 107 og 108: 150 kr.
Bólkur 109, 112 og 113: 100 kr.

Sølan er bert opin fyri føroyskum IP-adressum.

Myndir: Hans Erik Danielsen