Venjarin hjá manslandsliðnum, Håkan Ericson hevur framt tríggjar broytingar á føroyska liðnum til dystin móti Danmark, samanborið við teir fyrstu ellivu, ið byrjaðu móti Liktinstein farna fríggjadag

——————

Í kvøld klokkan 19:15, sum er klokkan 20:15 danska tíð, spælir føroyska A-landsliðið við monnum annan altjóða skrásetta landsdystin í hesum umfarinum, tá danir taka ímóti í venjingardysti á Brøndby Stadion.

Hópurin kom til Danmarkar seint seinnapartin leygardagin, og síðani hava tvær venjingar verið á skránni. Sum heild eru allir í føroyska hópinum væl fyri, og klárir til eitt veruligt brak ímóti dønum.

Håkan Ericson, høvuðsvenjari, og Eli Hentze, hjálparvenjari hava framt tríggjar broytingar millum teir fyrstu ellivu, ið byrja móti Danmark, samanborið við dystin móti Liktinstein farna fríggjadag.

Mattias Lamhauge verður í mál, og verjuna manna Hanus Sørensen, Hørður Askham, Andrias Edmundsson og Viljormur Davidsen, ið eisini er liðskipari. Miðvøllin manna René Shaki Joensen, Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar, Brandur Olsen og Adrian Justinussen, og fremsti maður frá byrjan verður Jóan Símun Edmundsson.

Á beinkinum og klárir at koma á vøllin eru Teitur Gestsson, Bárður á Reynatrøð, Jann Benjaminsen, Bartal Wardum, Magnus Egilsson, Daniel Johansen, Arnbjørn Svensson, Mads Boe Mikkelsen, Andrass Johansen, Klæmint Olsen, Hannes Agnarsson, Petur Knudsen og Pætur Petersen.

Venjingardysturin millum Danmark og Føroyar kann síggjast beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya, umframt at Rás 2 eisini fer at hava beinleiðis útvarpsfrásøgn av Brøndby Stadion. Harafturat ber eisini til at fylgja dystargongdini á portal.fo.

Niðanfyri eru myndir frá mánadegnum, tá føroyska liðið vandi á Brøndby Stadion.

Myndir: Hans Erik Danielsen