Lars Olsen hevur úttikið 20 spælarar til venjingarleguna í Spania frá 18. til 26. mars. Nýggjur í føroyska landsliðshópinum er Gunnar Vatnhamar úr Víkingi
– Hetta vóru heilt fantastisk boð at fáa, og eg eri mestsum málleysur. Men sum nokk flest allir aðrir fótbóltsspælarar, so havi eg droymt um A-landsliðið líka síðani eg byrjaði at spæla fótbólt.
– Og tað, at sleppa at spæla á landsliðnum saman við bróður verður ikki nógv størri, so nú ræður um at taka av møguleikanum, sigur ein ógvuliga fegin Gunnar Vatnhamar við heimasíðuna hjá FSF.
Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið hópin, sum í døgunum 18. til 26. mars fer á venjingarlegu í Spania. Umframt venjingar, verða eisini tveir landsdystir á skránni. 22. mars spæla Føroyar og Lettland, og 25. mars er Liktinstein mótstøðuliðið.
– Í longri tíð hava vit hildið eitt vakið eyga við Gunnari Vatnhamar, sum vit halda er ein spennandi spælari. Hann kann brúkast á fleiri plássum á vøllinum, og á venjingarleguni fáa vit møguleikan at hyggja nærri at Gunnari, sigur Lars Olsen.
Teir 20, ið landsliðsvenjarin hevur úttikið, eru hesir
Gunnar Nielsen, FH (ICE)
Teitur M. Gestsson, HB
Trygvi Askham, B36
Jónas Tór Næs, B36
Atli Gregersen, Víkingur
Odmar Færø, B36
Ari Mohr Jónsson, Sandnes ULF (NOR)
Rógvi Baldvinsson, Bryne FK (NOR)
Sonni Ragnar Nattestad, Molde FK (NOR)
Alex Mellemgaard, B36
Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍBV (ICE)
Gilli R. Sørensen, Brann (NOR)
Rene Shaki Joensen, Víkingur (ICE)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Hallur Hansson, AC Horsens (DEN)
Brandur H. Olsen, Randers FC (DEN)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Patrik Johannesen, Florø (NOR)
Jóan Símun Edmundsson, OB (DEN)
Klæmint A. Olsen, NSÍ