Fyrrverandi HB-framherjin, Gunnar Mohr, er gestur í FSF Varpinum. Gunnar sigur, at Havnin var einki uttan B36, og hoyr um søguna, tá Kári Reynheim fornermaði Páll Guðlaugsson beint áðrenn fyrsta landsdystin á Svangaskarði
FSF Varpið er fari út at ferðast, og hesaferð hava vit verið á gátt hjá Gunnari Mohr, sum í dag er stjóri á PM Heilsølu. Gunnar veit nógvar stuttligar søgur um tíðina í HB og á landsliðnum.

Gunnar Mohr, sum eitt skifti var formaður í Havnar Bóltfelag, gavst av álvara at spæla fótbólt í 2001, og er í dag skrásettur fyri 99 mál í bestu deildini. Men Gunnar fylgir framvegis væl við, og hevur síni boð uppá, hvussu úrslitini verða í 8. umfari í EFFO-deildini, sum er á skránni komandi sunnudag.