Sóttarhaldsreglurnar í Íslandi hava fingið felagið hjá Gunnari Nielsen at kalla málverjan heim, og hann verður tí ikki við til dystin hjá A-landsliðnum í Andorra sunnudagin
Íslendska felagið hjá Gunnari Nielsen, FH, hevur biðið føroyska landsliðsmálverjan koma heim, og hann verður tí ikki við ferðalagnum, sum seinni í dag fer til Andorra.
– Tað er sjálvandi sera harmiligt, at eg ikki kann vera við til dystin í Andorra, men tað er ikki so nógv at gera við tað. Eg eri bara heilt fantastiska glaður fyri, at vit fingu ein sigur í gjár, og eg eri eisini vísur í, at liðið nú fer til Andorra og leverar ein góðan innsats har, sigur Gunnar Nielsen.
Ístaðin fyri Gunnar hevur Håkan Ericson, landsliðsvenjari sent boð eftir Kristian Joensen úr KÍ, og hann verður sostatt við í hópinum, sum fer til Andorra seinni í dag.