Håkan Ericson og Eli Hentze hava sett liðið til dystin móti Ísrael. Tvær broytingr eru í byrjunaruppstillingini, í mun til teir fyrstu ellivu, sum byrjaðu í Parkini

——————

Nei, yvirskriftin er røtt, hóast hon kann tykjast eitt sindur ørkymlandi. Men soleiðis verður til dystin á Nethanya Stadion í kvøld klokkan 21:45 lokala tíð í Ísrael, sum er klokkan 19:45 føroyska tíð.

Håkan Ericson, høvuðsvenjari, og Eli Hentze, hjálparvenjari, hava sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum í seinasta HM-undankapingardystinum á hesum sinni. Tvær broytingar eru á liðnum, í mun til teir fyrstu ellivu, sum byrjaðu móti dønum.

Gunnar Nielsen fær møguleikan í málinum hesaferð, og á miðvøllinum tekur Brandur Hendriksson Olsen plássið hjá Gunnari Vatnhamar, ið hevur leikbann.

Í verjuni vera Rene Shaki Joensen, Sonni Ragnar Nattestad, Hørður Askham, Odmar Færø og Viljormur Davidsen. Føroyska miðvøllin manna Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, Brandur Hendriksson Olsen og Jákup B. Andreasen, og fremsti maður verður Jóan Símun Edmundsson.

Á bonkinum sita Teitur Matras Gestsson, Mattias Lamhauge, Heri Hjalt Mohr, Hannes Agnarsson, Bjarni Petersen, Bartal Wardum, Heðin Hansen, Tróndur Jensen, Jóannes Bjartalíð, Klæmint Andrasson Olsen, Petur Knudsen og Patrik Johannesen.

Undan dystinum er Ísrael á 3. plássi í bólkinum við 13 stigum, ið er sama stigatal sum Eysturríki. Hvørgin av teimum kann røkka 2. plássinum, ið gevur rætt til Play-Off, men kortini er væntandi, at ísraelar seta øll segl til fyri at vinna, og harvið enda so ovarliga sum gjørligt.

Hinvegin, so er heldur einki at ivast í, at føroyska liðið ynskir at enda hesa undankappingina so væl sum tilber, og málið er heilt einfalt at vinna og fáa øll stigini heim við til Føroyar.

Veðurlagið í Ísrael er gott. Hitin liggur um eini 25-30 stig um dagin, og eini 18-20 um kvøldið. Tað kann tí koma at verða ein avbjóðing fyri føroysku spælararnar.

Men framúr avrik og góður arbeiðsinnsatsur hevur myndað føroyska liðið hesa HM-undankappingina, og væntandi verður sama søga í kvøld, hóast spælast skal í sera lýggja og heita veðrinum har eysturi við Miðjarahavið.