6. juni kl. 17.30 hava 100 føroyingar møguleika at seta eitt Guinnessmet, tá ið 20.000 fólk kring allan heimin jonglera í 10 sekund
Fótbóltssamband Føroya hevur játtað at taka lut í einum altjóða tiltaki, har endamálið er at fáa 20.000 fólk at jongulera samstundis í 10 sekund.
Tiltakið verður á Tórsvølli 6. juni kl. 17.30 og er málið at fáa 100 luttakarar í Føroyum. Einasta kravið er, at luttakarin megnar at jonglera í 10 sekund uttan at missa bóltin.
Øll junglera við bólti, sum er stødd 5.
A-landsliðið hjá monnum spælir útidyst ímóti Estlandi kl. 16.00, tí verður skipað fyri einum tiltaki, har landsdysturin verður vístur, og málið um at náa einum Guinnessmeti í at jongulera verður sett.
Kostnaður fyri tiltakið er 100 kr. og sølan byrjar týsdagin 19. mai kl. 10.00.
Keyp atgongumerki til tiltakið her
Tað ræður um at melda til sum skjótast, men fyri at tryggja eina breiða undirtøku, verður tilmeldingin skipað í ymiskar aldursbólkar og kyn. Freistin at melda til er 2. juni ella til útselt verður .
Tey, sum fáa luttøkupláss, fáa eitt skeyti, ið staðfestir luttøkuna í Guinnessmetinum.
Aldursbólkar:
12 – 18 ár
19 – 39 ár
40 –
Øll sum fáa luttøkupláss hava møguleika at keypa eitt eyka atgongumerki til tiltakið, har landsdysturin verður vístur.
Enn er góð tíð at venja og stuttleika sær við einum bólti, um ein ynskir at royna eydnuna, um málið at náa Guinness metinum.
Fótbóltssamband Føroya vónar at síggja roynd sum óroynd á Tórsvølli 6. juni.




