Tað gekk als ikki eftir vild í fyrsta dystinum hjá U19-landsliðnum við gentum, sum í hesum døgum tekur lut í innleiðandi EM-undankapping í Moldova. Føroyar taptu 11-0 fyri Fraklandi
– Vit vistu væl, at Frakland fór at vera ein stórur biti, men mistøk, sum vanliga ikki kosta, og skotstyrkin hjá fraklendingum gjørdi, at málini blivu ov nógv. Og sjálvandi eru genturnar sera skuffaðar um úrslitið, sigur John Petersen, ið stendur á odda fyri U19-landsliðnum við gentum.
Mánadagin spældu U19-genturnar fyrsta dystin í innleiðandi EM-undankappingini, sum er í Moldova. Umframt vertslandið, Føroyar og Frakland, er Italia eisini við í kappingini, sum í sínum fyrsta dyst vann 8-0 á Moldova.
Úrslitið í dystinum millum Føroyar og Frakland, gjørdist heili 11-0 til Frakland, sum var á odda við fýra málum í steðginum. Føroyska liðið stríddist væl, og vardi eisini væl fyri, so fronsku genturnar høvdu torført við at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.
– Okkara gentur verða ongantíð fullkomuliga niðurspældar. Ístaðin skjóta tær fronsku nógv útifrá, og tíverri eydnast hetta teimum sera væl, tí allarfelstu málini komu eftir langskot. Men vit eru klár at gera tað betri hósdagin, tá Italia er mótstøðuliðið, sigur John Petersen við heimasíðuna hjá FSF.
Dysturin millum Føroyar og Italia verður hósdagin 19. oktober klokkan 11:00, føroyska tíð.
FØROYAR
12. Andrea Silja Hoydal (GK), 2. Rebekka E. Danielsen, 3. Birita B. Nielsen (C), 4. Nadja Dam Johannesen, 5. Ninna Hansen, 6. Rebekka Fjallsá Banbakoura, 7. Tórunn Joensen, 8. Sarita Maria Mittfoss (15. Sara Samson Lamhauge, 79’), 9. Evy á Lakjuni, 10. Tóra Mohr (14. Rebekka Katrine Klein Olsen, 59’) og 11. Lea Hansen (16. Poula Andreasen, 86’)
Eykaspælarar
1. Randi á Bergi (GK), 13. Oddny Lind Jacobsen, 17. Hansina Ronaldsdóttir og 18. Julia Naomi Mortensen
Venjari
John Petersen