Føroyska U19-landsliðið við gentum tapti stórt fyri Fraklandi í EM-undankappingini í Bosnia. Úrslitið gjørdist ein sannførandi 7-0 sigur til Frakland
U19-landsliðið við gentum, sum í hesum døgum tekur lut í EM-undankapping í Bijeljena í Bosnia/Hersigovina, tapti eisini næsta dystin í kappingini. Týsdagin løgdu okkara gentur rygg til 4-1 tap fyri Kekkia, og hósdagin var tað Frakland, ið fór avstað við sigrinum ímóti Føroyum.

– Vit mugu bara viðganga, at franska liðið var væl betri enn okkara. Tær fronsku genturnar vóru tryggari á bóltinum, og høvdu sum heild fullkomiliga tamarhald á øllum dystinum, sigur John Petersen, venjari hjá U19-landsliðnum við gentum.

Longu eftir eitt korter var støðan 3-0 til Frakland, og áðrenn farið var til hálvleik hevði Frakland økt til 4-0. Franska leiðslan í steðginum kundi verið størri, men Anna S. Hansen í føroyska málinum bjargaði, tá Frakland fýra minuttir áðrenn hálvleik fekk brotsspark.

Í seinna hálvleiki var gongdin hin sama. Frakland sat á øllum spælinum, og kom eisini fram til fleiri málmøguleikar. Føroyska liðið legði seg eitt sindur longur aftur á vøllin, við tí roynd, at avmarka tapið. Kortini eydnaðist tað fronsku gentunum at fáa trý mál afturat, og úrslitið gjørdist tá samanumkom 7-0 til Frakland.

– Eg eri sjálvandi ikki nøgdur við, at vit tapa við sjey málum. Men málverjin, Anna S. Hansen stóð ein góðan dyst, og hevði fleiri góðar bjargingar. Har afturat mugu vit hava í huga, at hitastigini lógu um tey 39 tá dysturin varð spældur, so umstøðurnar vóru eisini av avbjóðing fyri okkara gentur, sigur John Petersen, landsliðsvenjari.

Triðji og seinasti dystur í EM-undankappingini í Bosnia/Hersigovina verður sunnudagin, tá føroysku genturnar skulu royna seg ímóti vertslandinum.

Samstundis sum Frakland og Føroyar spældu, hittust Bosnia/Hersigovina og Kekkia. Úrslitið í tí dystinum gjørdist 5-0 til kekkisku genturnar.

Føroyska liðið ímóti Fraklandi:
1. Anna S. Hansen (GK), 2. Durita Hummeland (13. Lisa Joensen, 68’), 3. Hjørdis Rasmusdóttir (16. Sólrun Thomsen, 79’), 6. Elisabeth Vang, 7. Milja Simonsen, 8. Gudny Johannessen, 10. Hervør Olsen (5. Gudrid Thomsen, 87’), 11. Kára Djurhuus, 14. Jónvá Hentze, 15. Lív Arge og 17. Arnborg Lervig (C).

Á Beinkinum:
12. Annika Dam, 4. Bjørt Holm, 9. Ása á Reynatúgvu og 18. Durita Mikkelsen.

Venjarar:
John Petersen og Ingun Hansen