Føroyska U19-landsliðið tapti seinasta dystin í innleiðandi EM-undankappingini í Litava. Úrslitið gjørdist 1-0 til litavisku vertirnar

– Eg eri eitt sindur skuffaður av fyrra hálvleiki. Vit leggja ikki nóg nógv fyri, sjálvt um vit spæla okkum til onkrar stórar møguleikar. Og so gera vit eitt mistak, sum kostar mál ímóti. Samlaða úrtøkan verður so einki stig, og tað er sjálvandi ikki nøktandi, sigur John Petersen, venjari, við heimasíðuna hjá FSF.

 

Tað gjørdist til eitt tepurt 1-0 tap í seinasta dystinum hjá føroysku U19-gentunum, sum seinastu dagarnar hava verið til innleiðandi EM-undankapping í Litava. Írland vann bólkin við 9 stigum, Ukraina fekk 6 stig, Litava 3, meðan Føroyar endaðu nummar 4 við ongum stigi.

 

– Genturnar hava verið ótrúliga raskar, og eg hevði unt teimum ein sigur, ella í øllum føri javnleik móti Litava. Serliga í seinna hálvleiki vóru vit greitt omaná, og leggja litaviska liðið undir stórt trýst. Men vit fáa ikki mál, hóast stórar málmøguleikar, og so standa vit eftir við ongum, sigur John Petersen.