Føroysku U18-genturnar vunnu eisini næsta dystin í UEFA menningarkappingini í Litava. Eftir 90 minuttir stóð á jøvnum 1-1, men í brotssparkskappingini vóru okkara tryggari og vunnu samanlagt 6-5
Venjararnir hjá U18-landsliðnum við gentum, John Petersen og Ingun Hansen eru sum vera man væl nøgd við sigurin á Litava. Sjálvur dysturin var heldur linligur, við fáum málmøguleikum, og fótbóltsspælið var heldur ikki serliga sannførandi. Men tá avtornaði vunnu føroysku genturnar 5-4.
Føroyska liðið kom betur frá byrjan, og tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin kom Føroyar á odda 1-0 við frálíkum máli, sum Hjørdis Rasmusdóttir skoraði.
Henda støða helt sær til beint fyri steðgin, tá Litava javnði til 1-1. Dystargongdin í seinna hálvleiki var hin sama, við fáum málmøguleikum, og tá dómarin floytaði fyri seinastu ferð var framvegis bara eitt mál í part. Tí varð fari beinleiðis til brotssparkskapping.
Reglurnar í hesum kappingum eru nevniliga soleiðis, at stendur á jøvnum, tá vanliga leiktíðin er farin, so verður vinnarin funnin við brotssparkskapping. Og úr ellivu metrum vóru okkara tryggari, og tá avtornaði vunnu føroysku genturnar samanlagt 5-4.
– Eg eri væl nøgdur við dystin. Spælið var ikki eins gott, sum í fyrsta dystinum. Men allar samlar stríðast væl, so hetta var frálíkt, sigur John Petersen úr Kaunas í Litava.
Triðji og seinasti dystur hjá føroysku gentunum verður leygardagin, tá okkara skulu royna seg ímóti Ukreina, sum eisini hevur vunnið báðar dystirnar higartil í kappingini.
Føroyar: 12. Annika Dam, 16. Sólrun Thomsen, 17. Arnborg Lervig, 18. Durita Mikkelsen, 2. Durita Hummeland, 3. Hjørdis Rasmusdóttir, 15. Lív Arge, 4. Bjørt Holm, 11. Kára Djurhuus, 14. Jónvá Hentze og 7. Milja Simonsen.
Í seinna hálvleiki komu Guðrið Thomsen, Elisabet Vang, Gudný Johannesen, Ása á Reynatúgvu og Randi Fagradal á vøllin.