Føroyska U18-landsliðið við gentum tapti seinasta dystin í UEFA menningarkappingini í Litava. Mótstøðuliðið var Ukreina, sum vann 4-0
Eftir at hava vunnið á Lettlandi og síðani eftir brotssparkskapping á Litava, taptu føroysku U18-genturnar síðsta dystin í UEFA menningarkappingini, ið seinastu dagar hevur verið í Kaunas í Litava.
Mótstøðuliðið var Ukreina, og úrslitið gjørdist ein tryggur 4-0 sigur til ukreinsku genturnar, sum vóru frammanfyri við trimum í steðginum.
Føroyska liðið var tó nakað skert til dystin ímóti Ukreina. Sjúka hevur gjørt um seg í hópinum, og tí vóru ikki allar tøkar til síðstu uppgávuna í Kaunas. Men sum heild eru venjararnir, John Petersen og Ingun Hansen nøgd við kappingini.
– Vit vunnu tveir dystir, og taptu ein. So vit eru væl nøgd við kappingina. Ímóti Ukreina møttu vit einum betri liðið, og tapið kundi verðið størri. Men Annika Dam stóð ein góðan dyst, og bjargaði millum annað brotssparki.
– Samanumtikið eitt góðtikið avrik av øllum spælarunum, ið hava verið fyrimyndarligar bæði á og uttanfyri vøllin, sigur John Petersen, landsliðsvenjari.
Føroyska ferðalagið kemur aftur til Føroyar sunnudagin.