Føroyska U18-landsliðið við gentum endaði UEFA menningarkappingina í Estlandi væl, við at vinna ein sannførandi 3-0 sigur á vertslandinum
– Sigurin kundi verði størri, men vit eru sjálvandi væl nøgd. Soleiðis sigur John Petersen, venjari hjá U18-landsliðnum við gentum, sum vann seinasta dystin í UEFA menningarkappingini í Estlandi.

Eftir at føroyska liðið fyrst tapti 4-1 fyri Litava og síðani 2-1 fyri Lettlandi, vunnu føroysku genturnar greitt seinasta dystin í UEFA menningarkappingini í Tallinn í Estlandi.

Úrslitið í síðsta dystinum, sum var ímóti vertslandinum, gjørdist 3-0 til Føroyar, eftir 2-0 leiðslu í hálvleikinum. Tórunn Joensen legði Føroyar á odda, tá hon sendi hornaspark beinleiðis í netið, og løtu seinni gjørdi Estland sjálvmál. Stutt eftir hvíldina økti Rebekka Banbakoura til 3-0.

– Vit settu okkum á dystin beinanvegin, og vóru sum heild nógv tað betra liðið. Tað mesta av spælinum gekk fyri seg á teirra hálvu, og allar 80 minuttirnar høvdu vit fult tamarhald á.

– Samanumtikið ein góð kapping, við fýra rímuliga jøvnum liðum. Allar á liðnum fingu nógva spælitíð, og tað eru sovorðnar kappingar, ið gera, at okkara gentur kunnu mennast, sigur John Petersen, landsliðsvenjari.

Føroyski sigurin á Estlandi ger, at Føroyar enda á einum deildum 2. plássi í kappingini, meðan Litava vann við fullum stigatali. Føroyar, Estland og Lettland fingu 3 stig í part, men føroyska liðið verður nummar 2, við besta málmuninum.