Føroyska U17-landsliðið við gentum tapti mikudagin 2-1 fyri Luksemborg í UEFA menningarkapping í Norðurírlandi. Føroyska málið gjørdi Silja Augustinussen

Mikudagin spældi føroyska U17-landsliðið við gentum fyrsta dystin í UEFA menningarkappingini, sum í hesum døgum er í Comber í Norðurírlandi. Mótstøðuliðið var Luksemborg, sum vann 2-1.

 

Føroyska liðið spældi væl, og tá 55 minuttir vóru farnir, legði Silja Augustinussen Føroyar á odda. Lív Rúnadóttir sendi bóltin fram til Silju, sum driblaði tveir mótstøðuleikarar av, áðrenn hon setti bóltin í netið, aftanfyri málverjan hjá Luksemborg.

 

Men tá sjey minuttir vóru eftir at spæla, javnaði Luksemborg, og bara tveir minuttir seinni fingu tær sigursmálið. Sostatt vann Luksemborg, hóast føroyska liðið hevði eina lítla yvirvág í spæli allan dystin.

 

Næsti dystur í kappingini verður fríggjadagin, tá føroyska liðið skal royna seg ímóti Kosovo. Sunnudagin spæla Føroyar og Norðurírland.

 

 

 

 

 

Myndir: Malena Josephsen og Kristmund Johannessen