Føroyska U17-landsliðið við gentum tapti seinasta dystin í UEFA menningarkappingini í Norðurírlandi. Vertslandið vann 5-0 á Føroyum
Seinastu dagarnar hevur U17-landsliðið við gentum verið til UEFA menningarkapping í Norðurírlandi. Umframt Føroyar og vertirnir, vóru Kosovo og Luksemborg eisini við í kappingini.
Í fyrsta umfari tapti føroyska liðið 2-1 fyri Luksemborg, meðan tað í næsta dystinum eydnaðist at vinna 4-3 á Kosovo, sum var á odda 3-1 í steðginum.
Síðsta umfar í kappingini var sunnudagin, tá Norðurírlandi var mótstøðuliðið. Norðurírland var mett at vera sterkasta liðið í kappigini, og tær vunnu eisini greitt á Føroyum. Úrslitið gjørdist 5-0.
Føroyska ferðalagið kemur aftur til Føroyar mánadagin.