Føroysku U17-genturnar taptu eisini seinasta dystin í EM-undankappingini í Montenegro. Úrslitið gjørdist 3-1 til vertslandið
– Eg eri væl nøgdur við innsatsin hjá okkara gentum. Tær stríddust og spældi væl stórar partar av dystinum. Men í avgerandi løtum eru tær ikki nóg neyvar, og so eru tað sum um at søgan endurtekur seg – vit standa eftir við ongum, sigur Jan Mølvad Laursen, landsliðsvenjari.

Týsdagin spældu føroysku U17-genturnar seinasta dystin í EM-undankappingini í Montenegro. Vertslandið var mótstøðuliðið hesaferð, og hóast talan var um ein javnan dyst, so gjørdist úrslitið 3-1 til Montenegro. Føroyska málið gjørdi Lea Hansen.

Finnland vann kappingina við fullum stigatali, meðan Ísland bleiv nummar 2. Montenegro og Føroyar endaðu ávikavist nummar 3 og 4.

Føroyska ferðalagið kemur aftur til Føroyar mikudagin.