Eisini í næstu dystinum í UEFA menningarkappingini í Wales eydnaðist føroysku U17-gentunum at fáa stig. Í nógvum vindi megnaðu okkara gentur at spæla javnleik 2-2 ímóti vertstjóðini
Týsdagin vann føroyska U17-landsliðið við gentum 2-0 á Kasakstan, og aftur mikudagin eydnaðist føroyska liðnum at fáa stig í UEFA menningarkappingini í Wales. Í næsta dystinum vóru tað vertirnir úr Wales, sum tóku ímóti, og úrslitið gjørdist javnleikur 2-2.

Talan var um ein javnan dyst, sum varð spældur í nógvum vindi. Í fyrra hálvleiki høvdu okkara gentur vindin undan, og stýrdu tær eisini meginpartin av spælinum áðrenn steðgin. Longu í 2. minutti sendi Tóra Mohr horna beinleiðis í walisiska málið, og tveir minuttir fyri steðgin var Tóra Mohr aftur upp á spæl og økti til 2-0.

Seinni hálvleikur var eitt stórt trýst á føroyska málið, men í nógva mótvindinum stríddust føroysku genturnar av øllum kreftum. Kortini eydnaðist Wales at fáa tvey mál, til endaliga úrslitið 2-2. Javnleikur, og tí skuldi dysturin avgerast við brotssparkskapping. Her vóru vertirnir stinnari, og vunnu 4-3.

Samanumtikið ein góður dystur frá okkara gentum, ið vístu veruligan stríðsvilja, tá umstøðurnar ikki loyvdu flótandi fótbóltsspæli í nógva vindinum.

Eftir tvey umfør er Wales fremst við 5 stigum, Føroyar hevur fingið 4 stig, meðan Norðurírland hevur 3 stig. Kasakstan hevur framvegis sítt fyrsta stig til góðar.

Seinasta umfar verður spælt fríggjadagin. Tá skulu okkara gentur royna seg ímóti Norðurírlandi.

Tóra Mohr gjørdi bæði málini í 2-2 javnleikinum ímóti Wales – Mynd: Bára S. Klakstein

Dysturin varð avgjørdur við brotssparkskapping, sum Wales vann 4-3 – Mynd: Bára S. Klakstein