U17-landsliðið við gentum tapti eisini næsta dystin í EM-undankappingini í Montenegro. Mótstøðuliðið var Ísland, sum vann sannførandi. Úrslitið gjørdist 8-0
Hóast veðrið var av tí allarbesta, sól og umleið 20-25 hitastig, so kom føroyska U17-landsliðið við gentum aftur í rættuligt ódnarveður, tá tær leygardagin spældu næsta dystin í EM-undankappingini í Montenegro.

Mótstøðuliðið hesaferð var Ísland, sum beinanvegin legði stórt trýst á føroyska liðið, og longu í steðginum var støðan 5-0 til íslendsku genturnar.

Myndin í seinna hálvleiki var nærum tann sama, men kortini megnaðu okkara genturnar onkuntíð at hótta íslendska málið. Heilt vandamikið gjørdist tað tó ongantíð, og tí spurdist einki burtur úr. Hinvegin fekk Ísland trý mál afturat, og vann til endans við átta málum ímóti ongum.

Undan seinasta umfarinum, sum verður spælt týsdagin, hava Finnland og Ísland 6 stig, meðan Føroyar og Montenegro hava síni fyrstu stig til góðar.

Í dystinum millum Montenegro og Finnland gjørdist úrslitið 5-0 til finnar.

Um føroyska liðið skal røkka 3. plássinum í bólkinum, er ein sigur eitt krav ímóti Montenegro.

Føroyar:
1. Ingunn Kristina Persson (GK), 2. Bjørg D. Djurhuus (15. Poula Andreasen, 72’), 3. Tórunn H. Joensen, 4. Nadja D. Johannesen, 5. Erla Christiansen (C), 6. Birita Nielsen, 9. Evi á Lakjuni, 10. Tóra Mohr (7. Rebekka K. Olsen, 41’), 11. Amanda Johannesen, 14. Marjun á Lakjuni (13. Sara S. Lamhauge, 60’) og 18. Julia N. Mortensen.

Eykaleikarar:
12. Randi á Bergi (GK), 8. Lea Hansen, 16. Kristina P. Højsted og 17. Rebekka F. Benbakoura.

Venjarar:
Jan Mølvad Laursen og Bára Skaale Klakstein.