Føroyska U17-landsliðið við gentum kom væl frá byrjan í UEFA menningarkappingini í Wales. Í fyrsta dystinum eydnaðist Føroyum at vinna 2-0 á Kasakstan
Taktiska uppleggið helt, tá føroyska U17-landsliðið við gentum spældi fyrsta dystin í UEFA menningarkappingini, sum í hesum døgum er í Wales. Mótstøðuliðið var Kasakstan, og úrslitið gjørdist ein uppiborin 2-0 sigur til Føroyar.

Dysturin byrjaði annars heldur trilvandi fyri føroyska liðið, og fyrstu løtuna stýrdu kviku genturnar úr Kasakstan spælinum. Men sum fráleið komu okkara meir við í dystin, og vísti til tíðir sera gott spæl fram eftir vøllinum. Í tveimum førum var nær við, tá okkara royndu seg við langskoti uttanfyri brotsteigin. Men 0-0 tá liðini fóru at hvíla seg, sum eisini var í tráð við leikgongdina í fyrra hálvleiki.

Beinanvegin eftir steðgin yvirtók føroyska liðið spælið, og á øllum plássum vóru okkara greitt omaná í seinna hálvleiki. Hetta gav eisini úrslitið tá ein góður tími var spældur av dystinum. Fyrst skoraði Kristin P. Højsted til 1-0, eftir upplegg frá Juliu N. Mortensen , og løtu seinni takkaði Kristin fyri, og spældi Juliu leysa, sum økti um føroysku leiðsluna.

Næsti dystur í kappingini verður mikudagin kl. 16:00, tá føroyska U17-liðið skal royna seg imóti vertunum úr Wales. Triðji dysturin verður fríggjadagin ímóti Norðurírlandi.

Føroysku málskjúttarnir ímóti Kasakstan, Kristin Petra Højsted og Julia Naomi Mortensen – Mynd: Bára S. Klakstein