Sjálvt um føroyska U17-landsliðið við gentum tapti 6-0 í fyrsta EM-undankappingardystinum í Írlandi, so er kortini nógv positivt, ið genturnar kunnu taka við til komandi avbjóðingar
Mikudagin spældi U17-landsliðið við gentum fyrsta dystin í EM-undankappingini, sum hesar dagarnar er á skránni í Cork í Írlandi. Umframt Føroyar og Írland, eru Hvítarussland og Ísland eisini við í kappingini.

Føroyska liðið legði fyri ímóti írsku vertunum, og úrslitið gjørdist 6-0 til Írland, sum var á odda við tveimum í steðginum.

Fyrsta tíggju minuttirnir var eitt satt ódnarveður fyri okkara gentur, men sum fráleið fingu tær tamarhald á dystinum, og restina av fyrra hálvleiki leikaði javnt á. Føroysku genturnar spældi til tíðir rættuliga góðan fótbólt, og við eitt sindur av hepni kundi tær eisini havt fingið okkurt mál.

Eftir steðgin var gongdin tann sama, men tá eitt korter var eftir at spæla byrjaði orkan at ganga undan, og seinastu løtuna fekk Írland fýra mál afturat, so endaliga úrslitið gjørdist 6-0.

Sum heild var írska liðið betri, men stríðsvilja og hugburðurin hjá føroysku gentunum var sera góður allan dystin. Men seks mál var kortini ikki munurin á liðunum.

– Eg eri ógvuliga væl nøgdur við avrikið hjá okkara gentum. Tað, at vit stóran part av dystinum klára at spæla á hædd við tað írska liðið, er sera flott – men hetta sæst tíverri ikki aftur á úrslitnum. At orkan so byrjar at ganga undan, prógvar eisini, at tær góvu alt, sum tær áttu í dag, sigur Jan Mølvad Laursen, U17-landsliðsvenjari.

Næsti dystur í kappingini verður fríggjadagin, tá Ísland, sum er styrkismett hægst í bólkinum, og sum í sínum fyrsta dysti vann 4-0 á Hvítarusslandi, er mótstøðuliðið.