Føroyska U17-landsliðið við gentum er komið til Montenegro í øllum góðum, har tríggir EM-undankappingardystir næstu dagarnar eru á skránni
– Vit hava havt tvær venjingar her í Montenegro, og sum heild eru allar væl fyri. Umstøðurnar eru góðar, so vit gleða okkum til kappingina, sigur Jan Mølvad Laursen, ið saman við Báru Skaale Klakstein stendur á odda fyri føroyska U17-landsliðnum við gentum.
Tríggir dystir eru á skránni í Montenegro. Umframt vertslandið og Føroyar, eru Ísland og Finnland eisini við í kappingini. Fyrsta umfar verður spælt hósdagin, tá føroyska liðið skal royna seg ímóti Finnlandi.
– Finnland er styrkismett hægst í okkara bólki. Men vit hava eina spæliætlan, og tora vit at halda okkum til hana, so skulu vit nokk fáa eitt gott úrslit. Tað krevur tó eisini, at okkara gentur stríðast á vøllinum, sigur Jan Mølvad Laursen.
Skráin
Hósdagin 22. okt.
Ísland – Montenegro
Finnland – Føroyar
Leygardagin 24. okt.
Ísland – Føroyar
Montenegro – Finnland
Týsdagin 27. okt.
Finnland – Ísland
Føroyar – Montenegro
Allir dystirnir verða spældir kl. 12:00 føroyska tíð.
Myndir: Bára Skaale Klakstein