Føroysku U16-genturnar taptu 0-6 fyri Norðurírlandi í fyrsta dystinum í UEFA-menningarkappingini, sum er í Havn í hesu vikuni
Føroyska U16-landsliðið við gentum fekk eina heldur keðiliga byrjan upp á UEFA menningarkappingina, sum í hesum døgur verður spæld í Havn. Í fyrsta dystunum taptu føroysku genturnar heili 6-0 fyri Norðurírlandi, sum var framman fyri við trimum í steðginum.
Flestu føroysku leikararnir hava ikki roynt seg í altjóða dysti fyrri, og nakað av fjáltri var eisini á teimum fyrstu løtuna, har fleiri persónlig mistøk vórðu gjørd.
Mistøkini revsaði Norðurírland mest sum hvørja ferð.
Aine Smith legði Norðurírland á odda, tá tveir minuttir vóru farnir. Tá átta minuttir vóru farnir, økti Abbie Magee til 2-0. Tað gingu bara fimm minuttir, so var bólturin aftur í føroyska málinum, hesaferð var málskjúttin Rebecca Bassett.
Síðani kom føroyska liðið væl betri inn í dystin, og tær hildu eisini Norðurírlandi frá stórum møguleikum restina av fyrra hálvleiki.
Føroyska liðið tóktist eisini at hava størri sjálvsálit í seinna hálvleiki. Liðskiparin, Erla Christiansen, royndi seg við góðum langskoti, tá fimm minuttir vóru farnir, men norðurírski málverjin, Anna Daly bjargaði væl.
Hóast føroyska liðið spældi betri í seinna hálvleiki, so fingu tær norðurírsku allíkavæl trý mál afturat. Málskjúttarnir í seinna hálvleiki vóru Ellie Rix, Niamh Ruddy og Aine Smyth.
Ayne Smith (nr.10) var eisini besti leikarin á vøllinum. Hon hevur sera góðan bóltførleika, og hon fer uttan iva at gera um seg í hinum báðum dystunum hjá Norðurírlandi, sum eru ímóti Íslandi og Wales.
Føroyski landsliðsvenjarin, Jan M. Laursen harmaðist eftir dystin um stórtapið.
– Leikararnir hava ikki roynt hetta fyrr, og tað sá man serliga í fyrra hálvleiki, har tær gera mistøk, sum geva Norðurírlandi møguleikar. Hesum fara vit at arbeiða við. Eg vænti eisini, at leikararnir fara at kenna seg tryggari í morgin, tí nú hava tær roynt at spælt ein landsdyst, segði landsliðsvenjarin, Jan M. Laursen við fsf.fo, tá dysturin var liðugur.
Næsti dystur hjá føroyska U16-landsliðnum verður fríggjadagin. Tá er Wales mótstøðuliðið.