Aftur í dag ber til at síggja føroyskan landsliðsfótbólt beinleiðis á fsf.fo. Klokkan 16:00 spæla U16-landsliðini við gentum hjá Føroyum og Wales, og Fótbóltssambandið fer at stroyma beinleiðis á heimasíðuni
Føroysku U16-genturnar skulu royna at reisa seg eftir stórtapið fyri Norðurírlandi í gjár. Føroyar taptu 0-6.

Wales tapti eisini í gjár. Tær taptu 1-3 fyri Íslandi.

Venjararnir hjá Føroyum halda, at ov nógvur fjáltur var á nógvum leikarum í gjár, tí tað var teirra fyrsti altjóða dystur. Tað hevur verið tosað nógv um tað í føroysku leguni í dag, og so er dentur eisini lagdur á, at tað krevur nógv meira av hvørjum leikara, tá talan er um altjóða dystir.

Bára Skaale Klakstein er annar av venjarunum hjá U-16 landsliðnum, og hon hevur sjálv spælt nógvar A-landsdystir og evropa cup dystir fyri KÍ.

– Hóast tað var avtalað undan dystinum móti Norðurírlandi, at vit skuldu sita tætt í teimum og takkla hart, so helt tað ikki gjøgnum allan dystin. Genturnar hava sæð dystin á sjónbandi, og tær ásanna, at tær í dag mugu geva nógv meira, um tær skulu fáa eitt gott úrslit móti Wales, sigur Bára Skaale Klakstein, venjari.

Bára leggur afturat, at føroyska liðið hevði eina venjing í morgun, og har var eisini møguleiki at rætta upp á nøkur ting, sum ikki vóru heilt nøktandi í gjár.

Venjararnir, Bára Skaale Klakstein og Jan M. Laursen , hava gjørt fimm broytingar í byrjanaruppstillingini. Masa Kallsberg, Randi á Bergi, Rebekka Gleðisheygg, Kristin Petra Højsted og Bjørg D. Djurhuus byrjaðu á beinkinum í gjár, men í dag byrja tær allar inni.

Føroyar (4-5-1)

Randi á Bergi, málverji (KÍ)

Masa Kallsberg, vinstri bakkur (KÍ)

Bjørk D. Djurhuus, miðverji (Víkingur)

Poula Andreasen, miðverji (HB)

Erla Christiansen, sentralur miðvøllur (KÍ)

Amanda Johannesen, sentralur miðvøllur (KÍ)

Lea Hansen, álopssinnaður miðvøllur (HB)

Kristin Petra Højsted, høgri vongur (TB)

Evy á Lakjuni, vinstri vongur (KÍ)

Rebekka Gleðisheygg, áleypari (EB/Streymur)