Tað er lagt upp til, at føroyska U16-landsliðið við gentum fær ein torføran dyst, tá tær í dag hitta Ísland, ið hevur vunnið sínar fyrstu tveir dystir í kappingini sannførandi
Seinasta umfar í UEFA menningarkappingini hjá U16-gentulandsliðum er á skránni í dag, tá Føroyar fyrrapartin spæla móti Íslandi. Dysturin verður bríkslaður í gongd klokkan 10:00.

Og sigast má, at tað er í hesum dystinum, at føroysku genturnar veruliga skulu standa sína roynd. Tær íslendsku vunnu fyrst 3-1 ímóti Wales, og síðani 7-0 móti Norðurírlandi, so talan er veruliga um sterkt mótstøðulið. Hetta ásannar annar av føroysku landsliðsvenjarunum, Bára Skaale Klakstein, eisini.

– Ísland er sterkasta liðið í kappingini, og tað eru vit væl vitandi um. Men vit ætla okkum ikki bara at stilla okkum aftur at verja. Vit mugu tora fram, og tað sóu vit eisini í seinasta dystinum, sum var ímóti Wales, at vit kunnu, sigur Bára Skaale Klakstein.

Gongdin hjá okkara gentum í kappingini hevur verið eitt sindur misjøvn. Føroyar taptu fyrsta dystin móti Norðurírlandi 6-0, har avrikið als ikki var nóg gott. Men í dystinum ímóti Wales vóru stór framstig at síggja, og tær megnaðu at fáa javnleik 1-1. Og júst dysturin ímóti Wales hevur givið føroyingum vón um at fáa eitt gott úrslit móti Íslandi.

– Vit skulu tora at spæla fótbólt, og vit skulu tora at spæla við tí høgu leikferðini, sum hini liðini spæla við. Vit skulu bara halda áfram við at spæla okkara spæl, tí vit hava dugnaligar spælarar, ið væl duga at spæla fótbólt, sigur Bára Skaale Klakstein.

Venjararnir, Jan Mølvad Laursen og Bára Skaale Klakstein, hava sett liðið, ið byrjar á vøllinum móti Íslandi.

Føroyar (4-5-1)
Ingun Kristina Persson, málverji (AB/B36)
Julia Naomi Mortensen, høgri bakkur (TB)
Birita B. Nielsen, miðverji (B68/NSÍ)
Oddny L. Jacobsen, miðverji (B68/NSÍ)
Bjørg D. Djurhuus, vinstri bakkur (ÍF/Víkingur)
Erla Christiansen, sentralur miðvøllur (KÍ)
Sarita Maria Mittfoss, sentralur miðvøllur (AB/B36)
Rebekka Gleðisheygg, álopssinnaður miðvøllur (EBS/Skála)
Tóra Mohr, høgri vongur (KÍ)
Sara S. Lamhauge, vinstri vongur (07 Vestur)
Ninna Hansen, áleypari (HB)

Dysturin millum Ísland og Føroyar kann síggjast beinleiðis á heimasíðuni hjá FSF. Fyrsta spark verður klokkan 10:00. Samstundis sum føroysku genturnar taka ímóti Íslandi á Tórsvølli, møtast Norðurírland og Wales á Ovara vølli í Gundadali.