Føroyska U15-landsliðið við gentum tapti fyrsta dystin í Baltic Cup 2016. Mótstøðuliðið var Estland, sum vann 2-0. Samstundis var hetta fyrsti altjóða dystur hjá føroysku U15-gentunum
Liðini áttu hvør sín hálvleik, tá føroyska U15-landsliðið og estlendska U15-landsliðið við gentum spældu fyrsta dystin í Baltic Cup 2016, sum í hesum døgum er í Lettlandi.
Estland sat á meginpartin av spælinum í fyrra hálvleiki, og tá 18 minuttir vóru spældir gjørdist støðan 1-0 til estlendsku genturnar. Ein misskiljing í føroysku verjuni hevði við sær, at estlendski framherjin kom at standa væl fyr, og so var mál til Estland.
Tað gingu bara fáir minuttir, so var aftur dramatikkur í føroyska brotsteiginum, ið endaði við, at dómarin dømdi brotsspark til Estland. Men Óluva A. Joensen, ið vardi føroyska málið, bjargaði estlendsku royndini úr ellivu metrum.
Eftir steðgin komu okkara gentur meir við í dystin, og í seinna hálvleiki var tað føroyska liðið, ið stýrdu spælinum. Føroyska liðið spældi seg eisini fram til fleiri góðar málmøguleikar, men neyvleikin í avgerandi løtum væntaði. Í staðin avgjørdi Estland dystin, tá vanliga leiktíðin var farin, so úrslitið gjørdist 2-0 til Estland.
– Eg eri ordiliga væl nøgd við innsatsin hjá okkara gentum, og tá sást ikki aftur, at hetta var fyrsti dystur hjá fleiri av teimum á heilum vølli. Í seinna hálvleiki høvdu vit leikliga yvirvág, men fáa tíverri einki mál, sigur Bára Klakstein, landsliðsvenjari.