Føroyska U15-landsliðið við gentum megnaði at spæla málleysan javnleik móti Lettlandi í síðsta dystinum í Baltic Cup 2016
Eins og føroyska A-landsliðið við kvinnnum, hevur U15-landsliðið við gentum eisini tikið lut í Baltic Cup 2016, sum seinastu dagarnar hevur verið í Riga í Lettlandi. Kappingin verður fyriskipað á hvørjum ári millum baltisku londini, Estland, Lettland og Litava, umframt eitt gestaland. Hesaferð var tað so Føroyar, ið fekk møguleikan at luttaka.
Men meðan A-landsliðið vann kappingini, so gekk minni væl hjá U15-liðnum, sum endaði nummar 4. Kortini eru spælarar og venjarar nøgd við avrikið, og tað er einki at ivast í, at genturnar hava ment seg nógv hesar dagarnar í Riga.
Millum annað spæla okkara gentur ikki á heilum vølli í heimligu kappingin, tær spæla ikki við rangstøðu, og brúka vanliga minni mál.
– Um vit høvdu meir hepni við okkum, serliga í seinasta dystinum, so kundu vit saktans havt nátt einum betri úrslitið. Sjálvandi fara vit altíð á vøllin fyri at vinna. Men tað er eisini av stórum týdningi, at genturnar mennast, og tað er júst tað, ið sovorðnar kappingar eru ætlaðar til, sigur Bára Skaale Klakstein, landsliðsvenjari hjá U15-gentunum.
Ferðalagið kemur heim aftur til Føroyar mánadagin.