Nú er greitt, hvørjum londum kvinnulandsliðið skal spæla ímóti í komandi EM-undankapping, sum byrjar fyrst í apríl mánað

——————

– Vit trektu tvey av teimum sterkastu londunum – Grikkaland og Montenegro – so okkara stig skal lyftast nakað, um vit skulu megna at standa okkum ímóti teimum. Annars eri eg væl nøgd, sigur Signe Pries Andersen, venjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum.

Á middegi týsdagin var lutakast um, hvussu spælast skal í komandi EM-undankapping fyri kvinnur.

Føroyar endaðu í bólki C3, saman við Grikkalandi, Montenegro og Andorra. Dystaskráin verður væntandi klár seinni í dag ella í morgin. Leikdagarnir vera annars frá 3. til 9. apríl, 27. mai til 4. juni, og frá 8. til 16. juli.

Komandi undankappingin verður spæld eftir nýggjum leisti. Bara londini í deild A kunnu spæla seg beinleiðis í sjálvt endaspælið, sum verður í Sveis í juli í 2025.

Londini í deildunum B og C kunnu bert spæla seg til endaspælið umvegis tvey playoff-umfør, sum verða í heyst. Bólkavinnararnir og tríggir teir bestu 2’ararnir í deild C skulu tá spæla ímóti londunum, sum endaðu nummar trý og fýra í sínum bólkum í A-deildini.

Vinnararnir fara víðari til 2. playoff umfar, har lið úr B-deildini bíða. Samanlagt sjey lond spæla seg í endaspælið umvegis playoff.

Mynd: UEFA.com